forsíða
Kunning (nevndin)
Veðurtíðindi
Oljuprísurin
H-D News
HD-Journalen DK
Harley News NO
HOG eMAGAZINE
                                        
 
 
Kunning frá nevndin

 

Nú vit eru farin yvirum jóansøku muga vit staðfesta at árstíðin fyri MC koyring byrjaði væl seinir í ár enn tvey tey seinastu árini. Kavin og kuldin hava forðað okkum og sjálvt teir fyrstu túrarnir í juni vóru heldur kaldligir.

Vit kunna ásanna at limirnir eru aktivir tá talan er um uttanlandsferðir. Eitt lið hevur verið Ísland runt og tað næsta er farið avstað til eitt MC treff, Landsmót 2010, nærhendis Reykjavík. Eitt ferðalag hevur verið runt í Evropa og koyrt so langt suður, sum til miðitalia. Eitt annað ferðalag leigaði eitt størri summarhús á Fjóni, ein sokallaður familjutúrur, har pláss var fyri bæði einstøkum og pørum við børnum. Við støði í summarhúsinum varð skipað fyri útferðum, bæði fyri størri og smærri luttakarar. Onkur annar hevur verið í Berlin á Ramstein konsert.
Ætlandi verður skipað fyri einum hugnakvøldi har vit fara at hoyra ferðafrágreiðingarnar, umframt síggja myndir frá túrunum.

Í samband við at felagið fylti ár skipaðu vit fyri einum morgun túri til Klaksvíkar. Veðrið háttaði sær sera gott henda morgunin, so vit høvdu ein einastandandi túr.

Sum áður nevnt hava vit samskipað okkara kalendara við hini MC feløgini og harav hava verið fleiri tiltøk. Meðan vit bíða spent eftir túrinum til Suðuroy í august, hava vit møguleika at luttaka á komandi stevnum og okkara afturvendandi leygardagstúrum.
Ynskja tit at HDCFO skal senda eini SMS boð ella tpost út um eitt hvør, so sendi nevndini eini boð á hdclubfo@gmail.com.

Gott summar!

Heilsan
HDCFO

 




[Aftur]
 
                                        
 
Heimasíðuloysnin er veitt av Formula